Aliringar hjá Hiddenfjord dálka lítið

Aliringar hjá Hiddenfjord dálka lítið
Umhvørvisstovan brúkar úrslitini frá botnkanningunum at góðkenna framhaldandi virksemi á aliøkinum
Biofar hevur gjørt botnkanningar hjá Hiddenfjord.
 
15.06.2022 - 15:44

Botnkanningar av firðum hjá Hiddenfjord vísa, at ávirkanin á botnin undir ringunum er sera lítil. Eisini vísa kanningarnar, at ávirkanin oftast er mestsum horvin, áðrenn fiskur verður settur út aftur.

Hetta vísa úrslit hjá Biofar, sum ger botnkanningar hjá Hiddenfjord. 
 
Sambært vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni er ein ávís ávirkan loyvd undir ringunum, og minni ávirkan verður loyvd inni á aliøkinum. Tó má ávirkanin ikki vera støðugt vaksandi.

Umhvørvisstovan brúkar úrslitini frá botnkanningunum til góðkenning av framhaldandi virksemi á aliøkinum, og kann krevja tillagingar. Millum annað niðurskurð í framleiðsluni, um ávirkanin á umhvørvið er ov stór, skrivar Hiddenfjord í tíðindaskrivi.

Biofar, ið er ein óheft kanningarstova, er góðkend av Umhvørvisstovuni, og ger kanningarnar eftir kanningarskrá, ið Umhvørvisstovan eisini hevur góðkent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342