Vinnuferðavinnan í høvuðsstaðnum skal styrkjast

Vinnuferðavinnan í høvuðsstaðnum skal styrkjast
Ferðavinnupolitikkurin fyri Tórshavnar kommunu verður lagdur fram í dag
Ferðavinnupolitikkurin fyri høvuðsstaðarkommununa verður lagdur fram í dag.
 
14.06.2022 - 09:10

Fleiri ráðstevnur og tiltøk skulu vera í høvuðsstaðnum, so vinnuferðavinnan í høvuðsstaðnum verður styrkt.

Tað er eitt av átøkunum í ferðavinnupolitikkinum, sum verður lagdur fram í Perluni í Havn seinnapartin.

Býráðið í Havn hevur samtykt nýggja ferðavinnupolitikkin.

Málið er, at Tórshavnar kommuna verður ein av bestu vinnuferðavinnubýum í Evropa.

Tað ber í sær, at fleiri útlendskar fyritøkur koma til Havnar at luttaka á ráðstevnum, fundum, ítróttakappingum og øðrum.

Fyrimunurin er, at vinnuferðandi vitja uttan fyri vanliga háárstíð, og tey leggja flest pengar eftir sær.

Roknað verður við, at stórhøllin, sum er í umbúna, fer at gera umstøðurnar uppaftur betri.

 

Fleiri ferðavinnuútbúgvingar

Í ferðavinnupolitikkinum verður eisini mælt til at stovna fleiri ferðavinnuútbúgvingar í Føroyum.

Í dag ber til at taka útbúgving í marknaðarførslubúskapi og tænastubúskapi.

Ferðavinnan eftirlýsir fleiri útbúgvingar, t.d. sum móttøkufólk, skrivstovuútbúgving við ferðavinnu sum sergrein, at samskipa tiltøk og samskipa gestablídni, sum fevnir um leiðslu og rakstur, tá ið umræður upplivingar, gistingarhús og ferðavinnu.

Eisini er tørvur at kanna, hvussu kokka- og tænaraútbúgvingarnar skulu skipast frameftir.

Fólk og handilsvinnan í Havn siga seg eisini eftirlýsa hugnaligari og meira livandi miðbý við matmarknaði, gøtumati, útiservering, savnandi býarrúmum, spæliplássi og øðrum virksemi annars.

26 átøk eru í ferðavinnupolitikkinum, sum hevur heitið "Fólk og ferðavinna lið um lið".

Framløgan verður í Perluni klokkan 14.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109