- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava aðra staðseting til Húsarhaldsskúlan
Finnið aðra staðseting til Føroya Húsarhaldsskúla.
Tað eru greiðu boðini frá Áhugafelag Nólsoyar Páls til Klaksvíkar kommunu.
Archibald Blak í áhugafelagnum handaði fyrrapartin Karli Johansen, borgarstjóra, undirskriftir ímóti ætlaðu staðsetingini.
Tey, sum hava skrivað undir, heita á Klaksvíkar býráð um at finna aðra staðseting til Húsarhaldsskúlan, soleiðis at økið á Biskupsstøð verður eitt søguligt varðveitingarøki til gagns fyri býin.
Hoyr samrøðu við Archibald Blak her:
Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at býráðið fer at viðgera áheitanina. Hann undrast á, at mótmælið kemur nú, tí ongin kæra kom í 2015, tá skipanaruppskotið fyri økið var lagt fram:
Tað er í hesum økinum, at ætlanin er at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan í Klaksvík.