Tosa er tagnað

Tosa er tagnað
Telefelagið er tikið til trotabúarviðgerð, og felagið hjálpir kundunum at skifta til annan veitara
Tosa hevur selt telefon- og internethald í hálvtannað ár, síðani desember 2020.2020.
 
14.06.2022 - 08:19

Tosa gevst nú við sínum virksemi.

Telefelagið hevur selt telefon- og internethald í hálvtannað ár, síðani desember 2020.

Orsøkin er vantandi íløgur, sigur telefelagið, sum nú er farið undir trotabúðarviðgerð. Í 2020 var undirskotið 1,1 millión krónur. Eginognin var 565 túsund krónur.

Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, er sett sum fyribils bústjóri.

 

Skifta til annan veitara

Tosa hjálpir sínum kundum at skifta til annan televeitara.

Allir kundar fáa beinleiðis boð og vegleiðing um, hvussu teir kunnu varðveita sítt telefonnummar.

Tosa hevur hildið til í Hugskotinum á Vestaru Bryggju í Havn.

Tummas við Skipá hevur verið stjóri í Tosa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109