Ocean Rainforest á odda fyri ES-verkætlan

Ocean Rainforest á odda fyri ES-verkætlan
Føroyska taraalifyritøkan samskipar verkætlan, sum 25 altjóða fyritøkur og stovnar eru partur av
Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk fyritøka hevur yvirskipaðu leiðsluna av einari ES-verkætlan.
 
13.06.2022 - 08:33

Taraverkætlanin, SeaMark, hevur fingið slakar 70 milliónir krónur í fígging frá Horizon Europe.

Føroyska taraalifyritøkan, Ocean Rainforest, samskipar verkætlanina, sum 25 altjóða fyritøkur og stovnar eru partur av.

Samtakið hevur sett sær fyri at framleiða 12 nýggjar vørur burtur úr sukurtara til heilivág, kosmetikk, matvøru og fóður.

Tað sigur Ocean Rainforest í tíðindaskrivi.

 

Hevur yvirskipaðu leiðsluna

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk fyritøka hevur yvirskipaðu leiðsluna av slíkari ES-verkætlan.

12 granskingarstovnar og12 fyritøkur eru við í verkætlanini. Teirra millum Carlsberg, Wattenfall og Algaia.

Føroyski granskingarstovnurin, Sjókovin, er eisini við í verkætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342