- Tíðindi, mentan og ítróttur
Manningarnar skulu hava fasta daghýru
Manningarnar skulu hava fasta daghýru
Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið eru samd um at viðgera fasta daghýru til manningar á trolarum í bólki tvey
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/screen_shot_2017-09-16_at_13.31.22.png?itok=RKZWO-io)
Jaspis og Ametyst eru trolarar í bólki tvey.
07.06.2022 - 09:14
Manningarnar á øllum trolarum í bólki tvey skulu hava eina fasta daghýru.
Nøkur skip hava longu hesa skipan.
Í samráðinginum millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið í vár bleiv hesin spurningur viðgjørdur.
Partarnir eru samdir um at viðgera fasta daghýru í hesum sáttmálaskeiðinum, sum varar til 1.april næsta ár.
Miðað verður eftir at nágreina ásetingar í slíkari skipan, áðrenn sáttmálin rennur út næstu ferð.
Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava longt verandi sáttmála við nøkrum broytingum til 1.apríl næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV