Forsætisráðharrin í Tinganesi

Forsætisráðharrin í Tinganesi
Hetta er onnur ferðin, at Mette Frederiksen vitjar í Føroyum sum forsætisráðharri
Mette Frederiksen og Bo Tengberg í Tinganesi á veg at hitta løgmann.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.06.2022 - 10:14

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og maður hennara, Bo Tengberg, eru komin til Føroya á almenna vitjan, og í løtuni eru tey inni á gólvinum hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, í Tinganesi.

Klokkan 10.45 hava tey ein stuttan tíðindafund.

Hetta er onnur ferðin, at Mette Frederiksen vitjar í Føroyum sum forsætisráðharri

 

Úti í Koltur

Síðani fara løgmaður og forsætisráðharrin á Glasir, og seinnapartin gongur leiðin út í Koltur, har Mette Frederiksen verður kunnað um Koltursætlanina. Í kvøld verður farið til landsdyst á Tórsvølli millum Føroyar og Luksemburg.

Í morgin verður lagt fyri hjá Ocean Rainforrest í Kaldbak, áðrenn farið verður inn á Bakkafrost á Glyvrum. Haðani gongur leiðin til Klaksvíkar, har borgarstjórin, Karl Johansen, tekur ímóti, og vitjað verður millum annað í Christianskirkjuni og á Føroya Bjór.

 

Ríkisfundur

Hósmorgunin verður grønlendski landsstýrisformaðurin, Mute Egede, knýttur at ferðalagnum, og hann skal saman við løgmanni og forsætisráðharranum hava ríkisfund á Hoyvíksgarði.

Seinni hósdagin verður fyrsti fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum við umboðum fyri Føroyar, Grønland og Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109