Fátækraváðin óbroyttur í 2020

Fátækraváðin óbroyttur í 2020
Fátækraváðin hevur verið 10,4 prosent, men hann minkaði, tá fólk 67 ár og eldri, sum í stóran mun vóru undir markinum, fyri ein part fóru upp um markið í 2019
Fátækraváðin er eitt altjóða mát, sum lýsir fólk við lutfalsliga fæstu nýtslumøguleikum.
 
07.06.2022 - 13:54

Fátækraváðin í Føroyum var tann sami í 2020 sum í 2019, 7,6 prosent.

Hann er tann minsti í Norðurlondum. 

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni, nú inntøkuviðurskiftini hjá føroyingum eru dagførd.

Fátækraváðin er eitt altjóða mát, sum lýsir fólk við lutfalsliga fæstu nýtslumøguleikum. 

Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. 

 

Var størri fyrr

Fátækraváðin sigur, hvussu stórur partur hevur eina javnvirðisinntøku, sum er minni enn 60 prosent av miðjavnvirðisinntøkuni.

Fátækraváðin var yvir 10 prosent árini 2013, 2014, 2015 og 2017, tá hann var 10,4 prosent.

Í 2018 var fátækraváðin 9,9 prosent, men hann fall niður i 7,7 prosent í 2019.

Atvoldin til fallið frá 2018 til 2019 var einamest, at aldursbólkurin 67 og eldri, sum í stóran mun var undir markinum, fór fyri ein part upp um markið í 2019, og var har eisini í 2020. 

Í ES er fátækraváðin 16,7 prosent.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109