Ítróttarhøllin latin sandoyingum

Ítróttarhøllin latin sandoyingum
Veðbræv, sum gevur landssýrinum veð í høllini, var undirskrivað herfyri
Tíggju ár eftir, at høllin á Sandi var tikin í nýtslu, hava sandoyingar loksins tikið við høllini.
Mynd: Sands kommuna  
 
03.06.2022 - 09:00

Ítróttarhøllin inni í Dal á Sandi er nú latin sandoyingum.

Eitt veðbræv, sum gevur landsstýrinum veð í høllini fyri einum rentu- og avdráttarfríum láni uppá 30 mió kr., var undirskrivað herfyri.

Síðani høllin var tikin í nýtslu fyri tíggju árum síðani, hevur landið oftari enn einaferð roynt at lata kommununum í Sandoynni hana, uttan at tað tó er eydnast.

Seinasta klandursevnið millum land og kommunur var ein veggur, sum skuldi gerast av nýggjum fyri at ítróttahøllin kundi fáa brunagóðkenning.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109