- Tíðindi, mentan og ítróttur
Binda vindmyllurnar í netið um mánaðarskiftið
Um mánaðarskiftið verða tær seks vindmyllurnar, sum smápartafelagið Vindrøkt byggir á Gellingarkletti, bundnar í kervið hjá SEV.
Tær eru stórar og geva nógv, tilsamans 25 gigawatt, sum er ein fjórðapartur av elorkuni, sum er í løtuni.
Tekninkarar frá donsku fyritøkuni, Vestas, hava sett vindmyllurnar upp. Tað arbeiðið er liðugt, og nú eru aðrir teknikarar frá fyritøkuni og seta skipaninar saman.
Samstundis verður netið hjá SEV bygt út, so vindmyllurnar kunnu knýtast í tað.
Samanlagt er ætlanin, at alt skal verða liðugt um mánaðarskiftið, og at stóru vindmyllurnar skulu lata SEV streym.
- Vit høvdu eina ætlan um, at vindmyllurnar skuldu lata orku í juni, og tað verður ikki langt av leið, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í smápartafelagnum Vindrøkt.