- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mette Frederiksen á almenna vitjan í Føroyum
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og maður hennara, Bo Tengberg, koma til Føroya á almenna vitjan, frá 7. til 9. juni. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.
Í tíðindaskrivi sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður:
"Vit eru í einari broytingartíð. Russiska álopið á Ukraina 24. februar setur nýggj krøv til samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Hetta er fyrstu ferð vit hittast, síðani kríggið brast á. Tí eru fleiri týdningarmikil mál at umrøða, bæði millum Føroyar og Danmark, men eisini í mun til trygdarstøðuna í Europa."
Fyrrapartin týsdagin 7. juni er fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran í Tinganesi. Eftir ein stuttan tíðindafund, fara løgmaður og danski forsætisráðharrin á vitjan á Glasi.
Út í Koltur
Seinnapartin gongur leiðin út í Koltur, har greitt verður frá Koltursætlanini. Um kvøldið fara løgmaður og forsætisráðharrin til landsdyst á Tórsvølli, har Føroyar og Luksemborg spæla.
Mikudagin 8. juni verður fyrst vitjað hjá Ocean Rainforest í Kaldbak. Síðani verður vitjað hjá Bakkafrosti á Glyvrum, áðrenn leiðin gongur til Klaksvíkar. har borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Karl Johansen. tekur í móti.
Ríkisfundur
Hósmorgunin 9. juni verður árligi ríkisfundurin millum løgmann, danska forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin. Ríkisfundurin verður í ár hildin í Hoyvíksgarði í Hoyvík.
Seinni sama dag verður fyrsti fundur í nýggja uttanríkis- trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har fleiri ráðharrar úr Danmark og landsstýrisfólk úr Grønlandi luttaka. Tíðindafundur verður í Tinganesi eftir fundin.
Mette Frederiksen og Bo Tengberg fara av landinum aftur hóskvøldið. Hetta er aðru ferð, at Mette Frederiksen er á almennari vitjan í Føroyum. Hon var eisini her í november 2019.