Møguleiki fyri fundi fyri millum Putin og Zelenskyj

bannari
Møguleiki fyri fundi fyri millum Putin og Zelenskyj
Talsmaðurin í Kreml sigur, at arbeiðið við friðarskjalinum við Ukraina er ikki tikið uppaftur
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og russiski starvsbróðurin, Vladimir Putin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.06.2022 - 14:37

Russland sigur nú, at tey útiloka ikki møguleikan fyri einum fundi millum russiska forsetan, Vladimir Putin, og ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskyj, men at ein tílíkur fundur krevur fyrireiking. 

Tað skrivar tíðindastovan Reuters í dag. 

Dmitry Peskov, talsmaður í Kreml, segði við fjølmiðlar í dag, at arbeiðið við einum friðarskjali við Ukraina helt uppat fyri langari tíð síðani, og er ikki tikið uppaftur.

Sambært Peskov, skal fólkið í russiskt hersettu ukrainsku landspørtunum, Khersov, Zaporizhia og Donbas avgera sína egnu framtíð. 

Ukraina hevur fyrr boðað frá, at hertøkan av landspørtunum hevði við sær, at friðarsamráðingarnar millum partnar slitnaðu. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946