Ung í arbeiði í Sunda kommunu og í Vági

Ung í arbeiði í Sunda kommunu og í Vági
Freistin at tekna seg í Sunda kommunu er 13 juni, og í Vági er freistin 17. juni
Ung í arbeiði í Sunda kommunu verður frá 27.juni til 8.juli.
Mynd: Sunda kommuna  
 
31.05.2022 - 09:16

Tórshavnar kommuna ætlar ikki at bjóða ungum arbeiði í summar.

Men í Sunda kommunu verður ung í arbeiði aftur í ár. Og til ber at tekna seg longu nú. Freistin er til mánadagin 13.juni.

Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27, tað er frá mánadegnum 27.juni til og við fríggjadegnum 8.juli.

Arbeiðstíðin er frá 08.00 til 16.00, fimm dagar um vikuna.

Lønin er sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

 

Eisini í Vági

Eisini í Vágs kommunu verður ung í arbeiði fyri 14 til 16 ára gomul í ár.

Eisini har verður arbeitt í viku 26 og 27, fýra tímar um dagin.

Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya arbeiðarafelag.

Freistin at søkja í Vági er til fríggjadagin 17.juni kl.15.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109