Freistast at seta námsfrøðingar heldur enn lærarar

Freistast at seta námsfrøðingar heldur enn lærarar
Lærarafelagið góðtekur ikki gongdina, sigur formaðurin, Jacob Eli S. Olsen
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
 
31.05.2022 - 08:45

Skipanin við sernámsfrøðiligum stuðlum undirgrevur lærarar, tí skúlar freistast til at seta námsfrøðingar heldur enn lærarar, tí tað er bíligari.

Lærarafelagið góðtekur ikki hesa gongdina, sigur formaðurin í Lærarafelagnum, Jacob Eli S. Olsen.

Hann segði hetta í formansfrágreiðingini á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum, og nú viðger Skúlablaðið málið. 

 

Námsfrøðingurin bíligari

Lærarafelagið vil vera við, at fleiri námsfrøðingar vera settir í starv í fólkaskúlanum, enn tørvurin á sernámsfrøðiligum stuðlum er. 

Tað er freistandi hjá skúlum at seta ein námsfrøðing í starv heldur enn ein lærara, tí námsfrøðingurin kann setast við  setanarbrotinum 0,7, og tá blívur hann triðingin bíligari enn lærarin, sigur Lærarafelagið.

Pedagogfelagið og námsfrøðingar eru sakleys í hesum, sigur Lærarafelagið.

Námsfrøðingar søkja bara eitt leyst starv. 

 

Fleiri námsfrøðingar vera settir í starv í fólkaskúlanum, enn tørvurin á sernámsfrøðiligum stuðlum er, sigur Lærarafelagið. (Savnsmynd)

 

Royna at fáa greiði á málinum 

Tað eru tey, sum velja, hvørji størv skúlin søkir, sum eiga avgerðina, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Lærarafelagið roynir saman við Pedagogfelagnum at fáa greiði á hesum.

Heimildin at seta námsfrøðingar í fast starv í fólkaskúlanum er í kunngerðini frá 2019 um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109