- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða enn eftir undirskriftum úr Íslandi
Strandferðslan hevur enn ikki fingið ræðisrætt yvir Herjólfi III, hóast hann kom á Skála í gjár.
Íslendsku eigararnir, sum er Landsvegagerðin, vegna íslendska statin, hevur enn ikki skrivað undir leigusáttmálan.
Íslendsk manning er umborð á skipinum, og Strandferðslan ætlar sær at seta ein mann umborð at kunna seg um skipið. Men Strandferðslan hevur enn onki at siga umborð.
SSL skrivaði undir 20. mai
Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, skrivaði undir leigusáttmálan um Herjólf III fyri 11 døgum síðani. Tað var tann 20. mai. Men enn er altso ongin íslendsk undirskrift komin á pappírið.
Jóan Petur Abrahamsen sigur, at hann vónar, at íslendska undirskriftin kemur í dag ella í morgin. Men hann sigur samstundis, at tey enn onki hava frætt úr Íslandi, hóast tey hava eina munnliga avtalu um skipið, og hóast hann hevur skrivað undir leigusáttmálan.