Føroysk masterútbúgving í KT-verkfrøði sett á stovn

Føroysk masterútbúgving í KT-verkfrøði sett á stovn
Fróðskaparsetrið fer næsta summar at bjóða næmingum eina masterútbúgving í KT-verkfrøði. KT-vinnan er í rúkandi menning og tørvur er á KT-fólkum, sigur útbúgvingarleiðarin
Føroyski arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir fólkum, sum eru útbúgvin innan KT
Mynd: Shutterstock.com  
 
30.05.2022 - 13:32

Føroyski arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir fólkum, sum eru útbúgvin innan KT. 

Í dag er einans gjørligt at lesa KT verkfrøði sum trý ára bachelor útbúgving á Setrinum, men tað verður eftir ætlan broytt í framtíðini.

Fróðskaparsetur Føroya fer næsta summar at bjóða næmingum eina masterútbúgving í KT verkfrøði. KT-vinnan er í rúkandi menning og stórur tørvur er á útbúnum KT-fólkum, sigur útbúgvingarleiðari á Setrinum.

Hannes Gislason er professari og útbúgvingarleiðari í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetur Føroya.

Hannes_G_1

Tørvurin á KT-fólki er støðugt vaksandi í Føroyum, og eitt nú hevur KT-felagið víst á tørvin at útbúgva fleiri KT-fólk bæði á bachelor- og masterstigi.

Masterútbúgvingin í KT verkfrøði verður tó ikki klár í summar, tí nógv er eftir at fyrireika.

Hannes_G_2

Frá næsta summar fer Fróðskaparsetur Føroya væntandi at taka næmingar inn hvørt ár til bæði bachelor og masterútbúgvingina í KT-verkfrøði. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109