- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara nú undir sambýli til fólk við menningartarni
Fara nú undir sambýli til fólk við menningartarni
Løgtingið hevur játtað í mesta lagi 54 mió. kr. til heimið á Argjum
Mynd: Landsverk.
27.05.2022 - 08:39
Articon, Maria Poulsen og El.fo skulu gera sambýlið í Reynstúni á Argjum til fólk við menningartarni og fjølbreki.
Sáttmálarnir vóru undirskrivaðir mikudagin.
Teknistovan MAP arkitektar hevur gjørt verkætlanina. Arbeiðið byrjar í næstum og skal verða liðugt síðst í 2023.
Talan er um heim til 18 fólk.
Heimið verður beint omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin.
Løgtingið hevur játtað í mesta lagi 54 mió. kr. til sambýlið, sum verður 1.314 fermetrar.
Sambýlið verður liðugt síðst í 2023.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV