- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Grønt orkuskifti og kvinnur í politikki
Í drúgva tíð hava myndugleikarnir roynt at fáa fólk at leggja um til grøna orku, men tað hevur gingið striltið.
Nú er vent í holuni. Eftirspurningurin er vaksin nógv, nú oljuprísurin er hækkaður so nógv, at veitararnir klára ikki at nøkta tørvin.
Kundarnir halda, at talan er um ein fløskuháls, nú teir noyðast bíða í drúgva tíð at leggja um. Orkuserfrøðingur hinvegin fegnast um, at bíðilisti er.
Kvinnuumboðan
Kvinnuumboðanin í føroyskum politikki eru ov vánalig, og nú tvey val eru fyri framman, er Demokratia farið til verka at fáa flokkarnar at fáa fleiri kvinnur á ting. Hví er vantandi javnstøða ein trupulleiki? Og hvat skal til fyri at fáa fleiri kvinnur á ting?
Tað spyrja vit sendingini í dag.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.