- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vørn noktar ikki russiskum skipum at koma í føroyskar havnir
Russisk skip órógva mest heimafriðin hjá fólki.
Tað sigur felagið Heimafriður í tíðindaskrivi.
Av teimum klagum, ið Heimafriður hevur fingið um óljóð, stava meira enn helmingurin frá russiskum skipum, ella 55 prosent. 31 prosent eru frá skipum undir øðrum flaggi, og 14 prosent frá føroyskum skipum, upplýsir Heimafriður.
Men Vørn fer tó ikki at nokta russiskum skipum at koma í føroyskar havnir at um- og avskipa lastir, hóast tey bæði dálka og larma illa.
Russiskir trolarar við bryggju í Kollafirði.
NEAFC-reglur
Sambært sjófeingislógini er bannað førum undir fremmandum flaggi at fáast við at um- ella avskipa veiðu ella útgerð, virka umborð og pakka ella á annan hátt handfara veiðu og úrdrátt úr veiðu.
Tó kann Vørn sambært kunngerð loyva umskiping við brýggju í føroyskari havn, ið samsvara galdandi NEAFC-reglum.
Óli Hans Olsen er stjóri í Vørn, og hann sigur soleiðis um handfaringina av russiskum skipum: