Tvær skúlastovur aftrat í Skúlanum á Fløtum

Tvær skúlastovur aftrat í Skúlanum á Fløtum
Tórshavnar býráð fer í kvøld at játta umleið tvær milliónir kr . í eykajáttan til arbeiðið
Skúlin á Fløtum er longu ov lítil.
 
25.05.2022 - 08:17

Nýggi Skúlin á Fløtum er longu ov lítil.

Brúk er fyri fleiri skúlastovum.

Tórshavnar býráð skal í kvøld játta eina millión og 820.000 kr. til tvær nýggjar skúlastovur. Talan er um eykajáttan, tí pengarnir eru ikki í íløguætlanini fyri 2022. 

Sambært skránni fyri býráðsfundin í dag er ætlanin at byggja um fyrilestrasalin í útsynningshorninum móti parkeringsplássinum í Oyggj 7.

Fyrilestrasalurin er dupulthøgt rúm. 

 

Krevur dagført byggiloyvi

Ætlanin er taka niður verandi uppbygging, leggja nýtt dekk í, umleggja tekniskar leiðingar og síðani byggja um til tvær  skúlastovur.

Nýggju stovurnar verða bygdar í sama sniði og dygd sum verandi stovur í skúlanum. Útveggirnir vera óbroyttir.

Broytingin krevur dagført byggiloyvi.

Articon og Búsetur, sum bygdu skúlan á Fløtum, eru biðin um óbindandi tilboð.

Býráðið skal eisini í dag geva umsitingini loyvi til at fara í endaligar samráðingar og gera arbeiðstøkusáttmála við Articon og Búsetur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109