- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur stjóri á Akstovuni
Nýggjur stjóri á Akstovuni
Andras Marr Poulsen tekur við starvinum eftir summarfrítíðina
25.05.2022 - 13:41
Andras Marr Poulsen er settur sum nýggjur stjóri á Akstovuni, upplýsir Fíggjarmálaráðið.
Andras Marr Poulsen hevur drúgvar leiðsluroyndir frá politinum, bæði sum vaktleiðari og linjusjefur. Hann hevur eisini verið sýslumaður. Seinastu árini hevur hann verið tilbúgvingarsamskipari í Fiskimálaráðnum.
Andras Marr Poulsen er 51 ára gamal og úr Hoyvík. Hann er útbúgvin politistur og hevur BA í løgfrøði. Harumframt hevur hann tikið leiðsluútbúgving.
Andras Marr Poulsen byrjar væntandi í starvinum eftir summarfrítíðina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV