Nýggjur fíggjarleiðari í Fuglafjarðar kommunu

Nýggjur fíggjarleiðari í Fuglafjarðar kommunu
Annfinn Hjelm byrjar í starvinum tann 7. juni
Annfinn Hjelm er settur sum fíggjarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.
 
25.05.2022 - 08:35

Annfinn Hjelm er nýggjur fíggjarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.

Tað samtykti býráðið á býráðsfundi í gjárkvøldið. 

Nýggi fíggjarleiðarin hjá fuglfirðingum er 45 ára gamal, og hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur og master í leiðslu.

Fíggjarleiðarin skal standa á odda fyri fíggjardeildini hjá kommununi, og hann skal millum annað gera greiningar, hagtøl og tilfar til politikarar.

Annfinn Hjelm byrjar í starvinum tann 7. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109