- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er skrivað undir sáttmálan um Fámjinstunnilin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sigurd_og_stein_olvur.jpg?itok=pyqJGxOO)
Í dag skrivaðu Sigurd L. Lamhauge og Stein Olvur Petersen, stjóri í byggifelagnum J&K Petersen, undir arbeiðið at gera Fámjinstunnilin og vegirnar til nýggja tunnilin.
Avtalan við byggifelagið er umleið 150 mió. kr., men samlaði kostnaðurin fyri alla verkætlanina verður mettur til 207 milliónir kr.
Løgtingið játtaði í fyrstu syftu 169 milliónir, men síðani eru játtaðar umleið 40 milliónir kr. aftrat, sum verkætlanin er dýrkað.
Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, sum eisini umfatar ljós og trygdarskipan.
Byrja beinanvegin
Arbeiðið byrjar sum skjótast á plássinum, har J&K Petersen fyrst fer at grava út fyri vegnum, ið skal ganga fram til tunnilsmunnan.
Sjálvt tunnilsarbeiðið byrjar seinni í ár, og øll verkætlanin skal verða liðug miðskeiðis í 2024.
Fámjinstunnilin verður 1200 metrar langur við tveimum breytum, og í tunlinum verður øll trygdarútgerð, sum verður kravd í dag.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.