- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herjólfur fer at seta Suðuroynna aftur í tíðina
Ætlanin hjá Strandferðsluni at leiga íslendsku ferjuna Herjólf 3 til Suðuroyarsiglingina, fær ikki góða móttøku allastaðni í oynni.
Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur sett Una Rasmussen, landsstýrismanni, ein fyrispurning um málið.
Hon sigur, at loysnin við Herjólfi fer at seta suðuroyingar fleiri áratíggju aftur í tíðina.
Neyðugt er at langtíðartryggja farleiðina til Suðuroyar, sigur Sirið Stenberg.
Jonny Brynjolfsdóttir í Porkeri heldur eisini lítið um ætlanina. Hon væntar, at nógv fólk fara at setast aftur at fara um Suðuroyarfjørð.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:
Avloysaraskipið, Herjólfur 3, er munandi minni enn Smyril.
Skipið er 71 metrar langt og 16 metrar breitt og tekur 500 ferðafólk og 55 bilar. Ferðin er 16,5 míl.
Smyril kann taka 800 ferðafólk um veturin, og 950 um summarið og 200 bilar ella 30 treilarar, og siglir upp í 21 míl.
Jógvan Skeel Nolsøe legði til rættis.