
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðar royndir við nýggjum sjóvarfalsdreka í Vestmannasundi

Fyritøkan Minesto, sum ger royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, letur væl at nýggja sjóvarfalsdrekanum, Dragon Class 4, sum hevur verið royndur í eina viku.
Sjóvarfalsdrekin fór beinanvegin at framleiða elorku inn á netið hjá SEV, og royndin hevur gingið eftir ætlan.
Dragon Class 4 er klárur at sjóseta í Vestmanna.
- Farið var undir framleiðslu, so skjótt allar neyðugar forkanningar vóru gjørdar á fyrsta sjóvarfallinum. Alt hevur virkað eftir ætlan, og elorka er framleidd inn á netið, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto, við heimasíðuna hjá SEV.
- Dragon 4 roynist sera væl, og nú verður farið at stilla stýriskipanina, so sum mest av elframleiðslu fæst burtur úr, sigur Bernt Erik Westre, tekniskur stjóri í Minesto, við heimasíðuna.
Sí videomyndir av nýggja sjóvarfalsdrekanum hjá Minesto her.