- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Fangi hjá Islamskum stati í 398 dagar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/daniel_ryge.jpg?itok=j8s9o_ID)
Í apríl vóru El Shafee Elsheik og Alexanda Kotey, limir í Islamskum stati, dømdir lívlangt fongsul fyri at fremja yvirgang og pína og avrætta gíslar í Sýria.
Talan er um søguligar og týdningarmiklar dómar, tí teir vóru dømdir í USA fyri yvirgang í Sýria, har flestu av yvirlivandi ofrum teirra ikki høvdu sæð andlitini á gíslatakarunum, sum høvdu havt samband við teir.
Ein av fangunum, sum Kotey og Elsheik høvdu undir hond, var danski myndajournalisturin, Daniel Rye. Hann kom úr Sýria heimaftur til Danmarkar á lívi, eftir at hava sitið 398 dagar sum gísli hjá Islamskum stati.
Daniel Rye er gestur í Breddanum í dag, og hann greiðir frá upplivingunum sínum sum fangi og gísli hjá Islamskum stati.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.