Vaksandi fólkatal økir eftirspurning eftir bústøðum og bilum

Vaksandi fólkatal økir eftirspurning eftir bústøðum og bilum
Frá 2014 til 2021 var nettotilflytingin í Føroyum næstan 3.500 fólk, sigur Vinnuhúsið
Nettoflytingin hevur eisini stóra ávirkan á eftirspurningin eftir grundstykkjum, húsum og bústøðum.
Mynd: Tórshavnar kommuna.  
 
24.05.2022 - 09:32

Eftirspurningurin eftir bústøðum og bilum er øktur, tí fleiri fólk flyta til Føroya enn úr Føroyum.

Vinnuhúsið sigur, at frá 2014 til 2021 var nettoflytingin næstan 3.500 fólk.

Hetta sæst aftur í persónbilstalinum.

Í 2014 vóru 1630 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum. Teir vóru 1991 í fjør.

Men metið var í 2019, tá 2217 nýggir persónbilar vóru skrásettir í Føroyum.

Nettoflytingin hevur eisini stóra ávirkan á eftirspurningin eftir grundstykkjum, húsum og bústøðum.

Men her er útboðið ikki nóg stórt, og tað sæst aftur í bústaðarneyð og høgum prísum, skrivar Vinnuhúsið.   

 

Í 2014 vóru 1630 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum. Teir vóru 1991 í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109