Breddin: Kríggið í Ukraina og veljarakanningar

Breddin: Kríggið í Ukraina og veljarakanningar
Hvussu skulu vit lesa veljarakanningar, og hvussu vera tær gjørdar í einum lítlum samfelagi sum okkara, verður spurt í sendingini í dag
Í dag eru tríggir mánaðir, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. Breddin tosar við ein russa í Moskva.
 
24.05.2022 - 09:48

Í dag eru tríggir mánaðir, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Kríggið er aftur á gáttini hjá okkum í Evropa. Men umframt at senda vápn til Ukraina, eru revsitiltøk oman á revsitiltøk samtykt, sum skulu sannføra russar um,  at tað, landið ger, er skeivt, men hevur tað nakra ávirkan?

Vit hoyra frá russa í Moskva, hvat merkist til kríggið har, og um revsitiltøkini móti Russlandi.

 

Veljarakanningar

Tvær veljarakanningar vóru kunngjørdar í síðstu viku, við tølum, sum líktust, og øðrum, sum peikaðu hvør í sína ætt.

Men hvussu skulu vit lesa veljarakanningar, og hvussu vera tær gjørdar í einum lítlum samfelagi sum okkara?

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109