Átti at fáa løn sum leiðari

Átti at fáa løn sum leiðari
Fasti gerðarrættur hevur viðgjørt eitt mál Heilbrigdi
Fasti gerðarrættur sigur, at leiðandi sjúkrarøktarfrøðingurin á Heilbrigdi eigur at fáa munin millum lønina, hon fekk, og leiðaralønina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2022 - 08:22

Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at ein leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, sum arbeiddi hjá Heilbrigdi, átti at fáa løn sum leiðari.

Tað sigur Fasti gerðarrættur.

Hon eigur tí at fáa munin millum lønina, sum hon fekk, og leiðaralønina, sigur Gerðarrætturin.

 

Føroya rættur vísti málinum frá sær

Málið fór fyrst í Føroya rætt, men hann vísti tí frá sær, tí hetta er eitt tulkingarmál, tað er, hvussu semjan frá 2018 millum felagið og ráðið skal tulkast, segði rætturin.

Málið kom í Fasta gerðarrættin 4.juni í fjør. 

Fasti gerðarrættur avgjørdi eisini, at hvør partur, tað eru Felagið føroyskir sjukrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, skal bera sín kostnað.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109