- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland: Ukrainar geva seg yvir í Mariupol
Russland: Ukrainar geva seg yvir í Mariupol
Síðani mánadagin hava tilsamans 959 ukrainskir hermenn givið seg yvir, sigur ein russisk tíðindastova

Russiskir miðlar hava kunngjørt hesar myndina, sum teir siga eru av ukrainskum hermonnum, sum hava givið seg yvir í Mariupol
Mynd: Ritzau Scanpix
18.05.2022 - 14:34
Seinasta samdøgrið hava 694 ukrainskir hermenn givið seg yvir í Azovstal-stálverkinum í býnum Mariupol.
Tað sigur russiska verjumálaráðið sambært RIA, sum er ein russisk tíðindastova.
Síðani mánadagin hava 959 hermenn í stálverkinum givið seg yvir. 80 av teimum vóru illa særdir.
Ukraina hevur ikki váttað russisku fráboðanina.
Í russiski fráboðanini verður heldur einki sagt, um fleiri ukrainskir hermenn eru eftir á stálverkinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV