Landsverk: Tunlarnir kosta 300 mió. kr. næstu tíggju árini

Landsverk: Tunlarnir kosta 300 mió. kr. næstu tíggju árini
Stovnurin hevur kunnað politiska myndugleikan um Vágatunnilin og Norðoyatunnilin
Tekniski útbúnaðurin í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum skal endurnýggjast næstu árini, sigur Landsverk.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.05.2022 - 10:30

Landsverk heldur fast um, at tað fer at kosta 300 mió. kr. næstu tíggju árini, um Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu latast Landsverki at varða av.

Landsverk hevur kunnað politiska myndugleikan um tað.

Landsverk sigur, at tunlarnir báðir kosta 11 millónir krónur um árið í rakstri og viðlíkahaldi. 

Men Landsverk sigur eisini, at nú byrjar at verða átrokandi at endurnýggja tekniska útbúnaðin í undirsjóvartunlunum.

 

Sigurd L. Lamhauge er stjóri á Landsverki.

 

Útbúnaðurin ikki við

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sigur, at tá Marjus Dam vísir á, at Landsverk í samferðsluætlanini hevur rakstur og viðlíkahald fyri styttri undirsjóvartunlar at kosta 775 kr. um árið fyri meturin, er tað púra rætt. 

Tað er kostnaðurin fyri vanligan rakstur og fyri alt vanligt viðlíkahald í 2018 prísum.

Tekniski útbúnaðurin, sum krevur endurnýgging, er ikki við í teimum tølunum, sigur Sigurd L. Lamhauge.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226