- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskimenn og reiðarar samráðast
Samráðingar eru millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið um nýggjan sáttmála fyri tann, sum var til 1.apríl.
Hann kom í 2020.
Sáttmálin er tó fyribils longdur, meðan samráðingar eru.
Samráðingarfundur byrjaði klokkan tíggju fyrrapartin.
Semingsstovnurin ikki við
Leygardagin 23.apríl legði Semingsstovnurin semingsuppskot fyri Skipara- og navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið um at leingja sáttmálarnar óbroyttar í eitt ár, til 1.apríl 2023, og tað var góðtikið.
Semingsstovnurin er ikki við í samráðingunum millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið.
Hann var boðsendur fyri einum mánað síðani, men bað feløgini royna at finna semju fyrst, tí málið var ikki búgvið til seming.