67 mió. kr. til parkeringskjallara og goymslu

67 mió. kr. til parkeringskjallara og goymslu
Goymslutorn og vegleiðing skulu eisini gerast í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum
Kjallarin í H-bygninginum skal innrættast til parkering, goymslu og reingerð.
 
27.04.2022 - 08:21

Heilsumálaráðíð hevur biðið løgtingið um 67 mió. kr. til at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð.

Eisini skulu goymslutorn og vegleiðing í H-bygninginum gerast.

Heilsumálaráðið sigur, at lógaruppskotið ger, at pláss verður fyri fleiri bilum, høvuðsgoymslan fær hóskandi høli og  verður tættari at nýtsluni, reingerðarhøli verður felags fyri H-bygningin, og felagshøli verða til reingerðarstarvsfólkini. 

Harumframt vera skelti og vegleiðingar, sum hjálpa fólki at finna ta deild ella tað stað, hagar tey skulu í H-bygninginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881