Ukrainskar deildir í Mariupol vilja ikki geva seg yvir

bannari
Ukrainskar deildir í Mariupol vilja ikki geva seg yvir
Ukrainski forsetin sigur samstundis, at Ukraina fer ikki at lata eystara part av landinum frá sær
Russiskar deildir hava kringsett Mariupol, men ukrainski herurin sýtir fyri at geva seg yvir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.04.2022 - 17:38

Ukrainski forsætisráðharrin, Denys Smyhal, sigur, at ukrainsku deildirnar í kringsetta havnarbýnum Mariupol hava ikki givið seg yvir.

Tað sigur hann í samrøðu við sjónvarpsstøðina, ABC.

Russland gav annars Ukraina kravboð um at leggja vápnini í seinasta lagi á middegi í dag, men tað hava ukrainsku deildirnar ikki gjørt, sigur forsætisráðharrin. 

 

Russiski herurin kann koma aftur

Volodymyr Zelenskyj, forseti, sigur, at Ukraina hevur ongar ætlanir um at lata eystara part av landinum frá sær í krígnum, sum byrjaði, tá Russland gjørdi innrás 24. februar.

Forsetin sigur við CNN, at ukrainski herurin er til reiðar at stríðast móti russiska herinum í Donbas-landspartinum har eysturi í landinum.

- Eg havi einki álit á russiska herinum og leiðsluni har. Veruleikin er, at vit stríddust ímóti teimum, og teir tóku seg aftur frá leiðunum kring Kyiv og Tjernihiv. Tað merkir kortini ikki, at russiski herurin kann nærkast hesum leiðum aftur, um hann ikki er førur fyri at taka Donbas, sigur Zelenskyj við CNN. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859