Hevur sett sjøtul á kanningarbeiðið

Hevur sett sjøtul á kanningarbeiðið
Ken Nónklett, kanningarstjóri, miðar eftir at verða komin undir land við kanningini í hesum árinum
Ken Nónklett, kanningarstjóri, er farin undir arbeiðið at kanna málið um útluting av fiskirættindum í 2020 og 2021.
 
03.04.2022 - 10:15

Ken Nónklett, advokatur, sum løgtingsformaðurin hevur tilnevnt kanningarstjóra í málinum um útluting av fiskirættindum í 2020 og 2021, hevur sett sjøtul á kanningarbeiðið.

Hann hevur fingið øll skjøl og allar umsóknirnar í málinum, bæði tær, sum fingu játtandi svar, og tær, sum vóru sýttar. 

Tilfarið skal gjøgnumgangast, og síðani verður støða tikin til, um neyðugt verður at hava avhoyringar.

 

Drúgv tilgongd

Tað gjørdist drúgv tilgongd at tilnevna kanningarstjóra, tí upprunaligi arbeiðssetningurin hjá teimum 15 tingfólkunum, sum vildu hava kanningarstjóra settan, var so umfatandi.

Fyrisitingin í løgtinginum gjørdi vart við, at grundarlag var ikki fyri at seta kanningarstjóra at kanna tíðarskeiðini frá 2010 og frameftir, eisini tíðarskeiðið 2018 og 19. 

Endin var, at Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, gjørdi av, at kanningarstjórin bara skuldi kanna, um Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, umsat málsøkið á rættan hátt í sambandi við útluting av fiskirættindum í 2020 og 2021.

 

Liðug í hesum árinum 

Ken Nónklett, kanningarstjóri, veit ikki at siga, nær frágreiðingin verður liðug, men hann miðar eftir at verða komin undir land við henni í hesum árinum.

Eingin freist er ásett, nær frágreiðingin skal verða liðug.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109