Lavrov: Ikki rætta løtan hjá Zelenskyj og Putin at hittast

bannari
Lavrov: Ikki rætta løtan hjá Zelenskyj og Putin at hittast
Friðarsamráðingarnar í Turkalandi verða tiknar uppaftur í morgin
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og russiski starvsbróðurin, Vladimir Putin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.03.2022 - 15:00

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at tað gevur baksláttur, um forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, og russiski forsetin, Vladimir Putur, skulu hittast, sum støðan er nú.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Í telefonsamrøðu við russiska miðilin, Meduza, og russisku sjónvarpsrásina, Dozhd, í gjárkvøldið, tosaði Zelenskyj um at gera semju um umstríddu landspartarnar Donetsk og Luhansk, sum hava lýst seg sum sjálvstøðug lýðveldi.

Zelenskyj hevur fyrr sagt, at hann er til reiðar at hitta russiska forsetan. 

 

Eingi framstig

Fleiri samráðingar hava verið millum Ukraina og Russland síðani innrásina, men tær hava verið úrslitaleysar.

Talsfólk í Kreml sigur í dag, at hvørki framstig ella frambrot hava higartil verið í samráðingunum, skrivar Reuters.

Samráðingarnar millum Russland og Ukraina byrja helst aftur í morgin. 

Tað boðar Kreml frá, skrivar Reuters. Samráðingarlið úr báðum londum hittast í Turkalandi í morgin klokkan 8, føroyska tíð. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946