- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA lovar ES gass, so tað slepst undan orku úr Russlandi
USA hevur givið ES lyfti um 15 milliardir rúmmetrar av jarðgassi í ár, so at ES ikki hevur fyri neyðini at fáa orku úr Russlandi.
- Russiski forsetin, Vladimir Putin, brúkar orku til at noyða og manipulera sínar grannar, og yvirskotið av inntøkunum, sum hann fær av søluni, brúkar hann til at fíggja russisku krígsmaskinuna, segði amerikanski forsetin, Joe Biden, á tíðindafundi saman við Ursulu van der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, í dag.
Ursula von der Leyen vísti á, at semja er um revsitiltøkini móti Russlandi, og at tiltøkini máa undan møguleikanum hjá Putin at fara í kríggj.
- Kríggið verður eitt strategiskt tap fyri Putin, sigur forkvinnan í ES-nevndini.
Styrkja orkusamstarvið
Ætlanin er nú, at ES og USA skulu styrkja transatlantiska orkusamstarvið.
- Vit eru samd um felags leist fyri tað, og vit seta ferð á tilgongdina at skapa trygga framtíð við reinari orku, segði Joe Biden á tíðindafundinum.
Sambært upplýsingum frá Hvítu Húsunum fer ES-nevndin at samstarva við ES-limalondini fyri at tryggja umleið 50 milliardir rúmmetrar av jarðgassi til londini innan ár 2030.
USA fer at senda flótandi jarðgas (LNG) við farmaskipi til Evropa.
Umframt at avmarka innflutningin úr Russlandi, verður arbeitt við at minka tørvin á gassi.
Von der Leyen og Biden nevndu m.a. vetni, ravmagn og snildar orkuloysnir sum íløgu í burðardygga framtíð.
Avmarka orku úr Russlandi
Týska stjórnin boðar í dag frá, at hon avmarkar innflutningin av orku úr Russlandi eftir russisku innrásina.
Týska handils- og idnaðarmálaráðið hevur boðað frá, at Týskland longu í juni minkar innflutningin av olju úr Russlandi niður í helvt, og gevst at innflyta kol í heyst.
Týski vinnumálaráðharrin, Robert Habeck, ássanaði kortini, at innflutningurin av gassi er ikki so einfaldur at skerja.
Týskland verður ikki leyst av russiskum gassi fyrr enn miðskeiðis í 2024, skrivar AP.