Filmsvinnan kann framvegis søkja pening úr Norddok

Filmsvinnan kann framvegis søkja pening úr Norddok
Forsætisráðharrin, løgmaður og landsstýrisformaðurin gjørdu í 2019 avtalu um at stuðla heimildarfilmum, sum skaptu kunning um ríkisfelagsskapin
Filmurin Skál hevur fingið pening úr Norddok.
 
25.03.2022 - 09:01

Filmsvinnan í Føroyum og í Grønlandi kann framvegis søkja um pengar úr skipanini, sum eitur Norddok.

Norddok I kom í 2019. 

Forsætisráðharrin, løgmaður og landsstýrisformaðurin gjørdu avtalu um at stuðla heimildarfilmum, sum skaptu kunning um ríkisfelagsskapin.

Í fjør játtaði fólkatingið 27,1 mió. kr. til Norddok II, sum varar til 2024.

Í Norddok II verður dentur lagdur á førleikamenning og at gera netverk.

 

39 umsóknir

Við árslok 2019 hevði Norddok I 39 umsóknir. Seks fingu pengar til menning. Tríggir filmar fingu framleiðslustuðul.

Tveir teirra eru føroyskir, Skál og Heartist.

Fyrsta freistin at søkja um framleiðslustuðul í Norddok II er til 3.mai.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342