- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskt álop á Kyiv kravt fýra mannalív
Í minsta lagi fýra fólk lógu eftirá í einum bumbuálopi á høvuðsstaðin í Ukraina, Kyiv, í gjárkvøldið.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitschko, upplýsir í morgun, at ógvislig álop hava verið á bústaðarøkið og handilsøkið, Podil, sum liggur norðan fyri miðbýin í Kyiv.
- Nógvar spreingingar hava verið at hoyrt, skrivar borgarstjórin. Fólk royna at hjálpa í økinum, sigur hann.
Higartil er boðað frá, at minst fýra fólk lógu eftirá í álopunum.
Tíðindastovan, Reuters, skrivar, at tað hevur ikki borið til at fáa tíðindini váttað.
Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni:
Hoyr tíðindamannin hjá hjá danska TV2, Rasmus Tantholdt:
Biden til Póllands
Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer fríggjadagin til Póllands at umrøða kríggið í Ukraina við pólska forsetan, Andrzej Duda.
Tað upplýsa Hvítu húsini.
- Amerikanski forsetin vil sleppa at umrøða, hvat tey sameindu kunnu gera við mannarættindakreppuna í Ukraina, sum russiska innrásin hevur elvt til, skrivar Jen Psaki, talsmaður í Hvítu húsunum.
- Forsetin hevur ongar ætlanir um at fara til Ukraina, leggur hann aftrat.
Pólland hevur tikið ímóti nógvum flóttafólkum úr Ukraina, tey eru meir enn tvær milliónir í tali.