- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA letur meira í hernaðarhjálp til Ukraina
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur lagt fram ein nýggjan pakka, sum veitir Ukraina 800 milliónir dollarar í hernaðarhjálp til Ukraina.
Pengarnir koma aftrat teimum 200 milliónum dollarum, sum vóru sendir Ukraina um vikuskiftið.
Tilsamans hevur USA latið Ukraina meira enn eina milliard dollarar í hjálp.
Kamikaze-dronur
USA sendir eitt nú sonevndar kamikaze-dronur, sum eru útgjørdar við rakettum, og sum spreingjast, tá tær raka málið, skriva fleiri miðlar.
Dronurnar røkka fimm kilometrar. Tað tekur stutta tíð at rigga tær til, og tær kunnu brúkast móti eitt nú stríðsvognum, skotherdeildum ella bilum.
Sambært miðlinum Politico, kunnu dronurnar vera í luftini upp í hálvan tíma, meðan tær verða stýrdar móti málinum.
Vilja hava kreppufund
Lond í Vesturheiminum í ST-trygdarráðnum krevja kreppufund um kríggið í Ukraina í dag.
Tað upplýsa sendifólk fyri AFP.
Bretland, USA, Albania, Frakland, Írland og Noreg hava biðið um fundin, skrivar bretska sendinevndin á Twitter.
- Russland fremur krígsbrotsverk og loypur á sivilfólk. Ólógliga kríggið hjá Russlandi móti Ukraina er hóttan móti okkum øllum, skrivar sendinevndin.