859 jarðhitaskipanir í Føroyum

859 jarðhitaskipanir í Føroyum
Síðani fyrsta jarðhitaholið varð borað í 2008, eru 859 jarðhitaskipanir boraðar og settar upp í Føroyum
Nógv hava valt at taka av tilboðnum at fáa sær jarðhita, síðani fyrstu holini vórðu borað í 2008
Mynd: Umhvøvisstovan  
 
16.03.2022 - 07:18

Nú eru 859 jarðhitaskipanir í Føroyum.

Tann fyrsta kom í 2008.

Tá fingu tveir stórir bygningar jarðhita, annar við seks jarðhitaholum, hin við trimum holum.

Trý sethús við hvør sínum jarðhitaholi fingu eisini jarðhitaskipanir á heysti 2008. 

 

Kostar 185.000 kr. 

Umhvørvisstovan sigur, at fyrstu árini kostaði ein jarðhitaskipan til vanlig sethús 150.000 kr. 

Nú kostar hon 185.000 kr. 

Hetta er so nógv, at tað er ein forðing hjá nógvum at velja jarðhita, bæði í nýggjum húsum og at skifta oljufýr út við jarðhitaskipan.

 

Kommunurnar geva loyvi

Kommunurnar geva loyvi til jarðhitaskipanir eftir viðmæli frá Umhvørvisstovuni. 

Sambært Umhvørvisstovuni brúka sethús, sum hava jarðhita, tvey til trý tons av olju minni um árið.

Men tey brúka el, sum ger, at SEV brúkar 600 tons meiri tungolju um árið. 

 

20 metrar millum jarðhol

Minst 20 metrar skulu vera millum jarðhitahol.

Umhvørvisstovan sigur, at í gomlum býarpørtum, har matriklarnir ofta eru smáir, og húsini standa tætt saman, kunnu tvey ella fleiri hús gera eitt felags borihol.

Raðhús kunnu eisini vera saman um borihol.

 

12 borihol hita 38 íbúðir

Eitt dømi um hetta eru bygningarnir hjá Bústøðum Oman Mattalág í Havn. 

Talan er um seks bygningar í tveimum hæddum við 38 íbúðum. 

Bygningarnir verða hitaðir við eini felags jarðhitaskipan við 12 boriholum.

Høvdu teir felags oljufýr høvdu teir brúkt 20.000 litrar av olju um árið, sigur Umhvørvisstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114