- Tíðindi, mentan og ítróttur
FAS eigur at halda altjóða reglur og krøv
Myndugleikarnir eiga at fáa innlit, atgongd og neyðuga arbeiðsorku til at hava eitt nøktandi eftirlit við FAS-skipanini, Føroya altjóða skipaskráseting.
Tað heldur Reiðarafelagið fyri handilsskip.
Skipanin eigur at halda altjóða reglur og krøv.
Eitt týðandi grundarlag
Reiðarafelagið sigur, at FAS er eitt týðandi grundarlag hjá handilsflotanum.
Fyri at kunna reka altjóða reiðarívirksemi í Føroyum krevst FAS-skipanin.
Almenna kjakið um FAS-skipanina hevur sett spurnartekin við skipanina.
Tekur frástøðu frá misnýtslu
Herfyri var FAS-skipanin nógv viðgjørd alment.
Ført var fram, at FAS-skipanin hevur ávísar vansar, um hon ikki verður nýtt á rættan hátt, og hon bjóðar til misnýtslu.
Reiðarafelagið fyri handilsskip tekur frástøðu frá møguligari misnýtslu.
Ikki endurskoðað síðani 2014
Tó er umráðandi at undirstrika, at trupulleikin er ikki FAS-skipanin sjálv, men skipanir uttan um hana, sigur felagið.
FAS-skipanin er ikki endurskoðað síðani 2014.
Í Reiðarafelagnum fyri handilsskip eru 13 limir, sum hava 69 skip, 255.000 bruttotons.
1.januar í ár eru 1.229 fólk við skipunum, og 322 fólk arbeiða á landi.