Framvegis ikki friður

Framvegis ikki friður
Heimafriður ger vart við, at felagskommunala reglugerðin, sum kom í gildi 1. januar, framhaldandi tryggjar kommunum, at tær kunnu taka móti larmandi skipum
Mynd: Savnsmynd  
 
07.02.2022 - 08:51

Kommunurnar brúka felagskommunalu reglugerðina um óljóð frá skipum við bryggju, sum kom 1. januar, til fyrimuns fyri havnavirksemið heldur enn at verja fólk móti ágangi. 

Samanumtikið kann ikki sigast annað enn, at reglugerðin framhaldandi tryggjar kommununum, at tær kunnu taka ímóti teimum larmandi skipunum og lata tey liggja og halda gang óavmarkað heldur enn at verja heimafriðin hjá fólki.

Tað sigur felagið Heimafriður, nú reglugerðin um óljóð frá skipum hevur verið í gildi í ein góðan mánað.

Yantarnyy

Frítekst tagging: 

 

Serliga ring í Klaksvík

Heimafriður nevnir Klaksvíkar havn.

Har hevur russiski trolarin Yantarnyy ligið og larmað síðani 19. januar.

Tá spurt verður, hví skipið verður liggjandi hóast nógvu klagurnar, verður svarað, at skipið sambært kommununalu reglugerðini ikki heldur ov nógvan gang, sigur Heimafriður. 

 

Yantarnyy er nú í Runavík

Samstarvið millum kommunurnar frítekur ikki umhvørvismyndugleikan og landstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum fyri ábyrgd, sigur Heimafriður.

Um málið, sum samgongan hevur sett sær fyri at loysa, skal verða loyst, má landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum taka á seg ábyrgdina at loysa málið.

Sambært heimasíðuni Vesselfinder kom Yantarnyy til Runavíkar í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109