Endurskoða enn prísir

Endurskoða enn prísir
Ábendingar eru um, at prísásetingar hjá Landssjúkrahúsinum eru í hægra lagi 
Prísir hjá Landssjúkrahúsinum vera endurskoðaðir.
 
30.01.2022 - 11:12

Hóast Landssjúkrahúsið fekk eina meting um prísirnar hjá Landssjúkrahúsinum í september í fjør, er arbeiðið at endurskoða prísásetingina ikki liðugt enn.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um prísirnar hjá Landssjúkrahúsinum.

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum bað 23.oktober í 2020 grannskoðaravirkið SPEKT um at eina frágreiðing um goymsluna á  Landssjúkrahúsinum.  

Frágreiðingin var handað Landssjúkrahúsinum í september í fjør.

Hon sigur, at Landssjúkrahúsið tekur kanska ov nógv fyri vørurnar, sum tað selur øðrum.

Í hægra lagi

Ábendingar eru um, at prísásetingarnar hjá goymsluni eru í hægra lagi, um sølan eigur at vera útreiðsluneutral. 

Landssjúkrahúsið viðger tilmælini í frágreiðingin, millum annað um prísásetingina, tá keypt verður frá goymsluni á Landssjúkrahúsinum. 

Sambært svarinum verður greiningararbeiðið liðugt stutt eftir summarsteðgin, so endalig støða kann takast tíðliga í heyst. 

Meira enn helvtin innanhýsis

Goymslan á Landssjúkrahúsinum selur 55 prosent innanhýsis á Landssjúkrahúsinum.

Hinir kundarnir eru hini sjúkrahúsini, Almannaverkið og Heilustrygd. 

25 prosent vera løgd omaná prísin, tá selt verður innanhýsis, til dømis til sjúkrahúsini.

Sølan til uttanhýsis viðskiftafólk, eitt nú Almannaverkið, er átta prosent. Tá er prísískoytið 40 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109