![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/_mgl5762_0.jpg?itok=ztMs6cmo)
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Hugsið tykkum nú um," segði eitt av mótimælisfólkunum við Heðin Mortensen, borgarstjóra, og umboð fyri býráðið, tá tey fóru inn í býráðssalin í Havn seinnapartin.
Sambært skránni skuldi býráðið viðgerð ætlanina um at byggja nýggju kirkju við Sandá á Argjum.
Men málið varð beint í byggi- og býarskipanarnevndina hjá Tórshavnar kommunu.
Myndir: Gilli Brend í Hoyvík
2000 fólk hava undirskrivað mótmæli móti staðfestingini av nýggju Argjakirkju, tí tað verður hildið, at kirkjan skemmar vakra fríøkið við Sandá
Verkætlanin at byggja nýggja Argjakirkju hevur higartil fingið øll tey neyðugu loyvini, men enn er spakin ikki settur í.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, talar til mótimælisfólkini.
Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi, hevði fingið málið á skrá til býráðsfundin.
Nógv mótstøða hevur verið móti staðsetingini av nýggju kirkjuni á Argjum frá tí, at tað kom fram í 2012, at hon skuldi liggja við Sandá.
Allir býráðslimirnir fingu eitt orð við mótmælisfólkini, áðrenn farið varð á fund.
Ruth Vang, forkvinna í og býráðslimur fyri Framsók.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, boðaði á býráðsfundinum frá, at nú broytingar eru gjørdar í tekningunum, eru allir býráðslimir, kirkjuráðið á Argjum og arkitektar hjá kirkjuráðnum innkallað til kunnandi fund um kirkjuna í næstu viku.
Hann boðaði eisini frá, at skipað verður fyri felags fundi við øll tey 2.000, sum hava skrivað undir mótmæli um at kirkjan verður bygd á fríøkinum við Sandá.
Nógv av teimum, sum eru ímóti byggingini av nýggju kirkjuni á Argjum, vóru møtt til býráðsfundin í dag.
Elsa Berg úr Tjóðveldi heldur, at tíðin er búgvin hjá Tórshavnar býráði at hugsa øðrvísi, tá tað ræður um staðseting av nýggjum bygningum.
Elsa Berg var ikki heilt nøgd við handfaringina av málinum um staðsetingina av nýggju Argjakirkju.
Tróndur Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.