Danmark sendir 550 mió. kr. til Ukraina

Danmark sendir 550 mió. kr. til Ukraina
- Ukraina og onnur lond í eysturevropa stríðast beint nú eitt týdningarmikið stríð fyri fólkaræðið og frælsi, sigur danski uttanríkismálaráðharrin
Tað er umráðandi, at Danmark stuðlar stríðið fyri fólkaræði í Ukraina, sigur Jeppe Kofod, danskur uttanríkismálaráðarri
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
27.01.2022 - 09:08

Danska stjórnin veitir nú Ukraina 550 milliónir krónur í fíggjarligum stuðli.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, vitjar í Danmark í dag. Og tað var í hesum sambandi, at danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, kunngjørdi, at danir veita fíggjarligan stuðul til Ukraina.

Danir leggja 875 milliónir krónur til síðis í samband við "Danmarks Naboskabsprogram" næstu fýra árini. Av teimum pengunum fær Ukraina 550 milliónir krónur.

- Ukraina og onnur lond í eysturevropa berjast beint nú eitt týdningarmikið stríð fyri fólkaræðið og frælsi. Tað stríðið er týdningarmiklari nú enn nakrantíð áður, sigur danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod. 

Jeppe Kofod

Frítekst tagging: 

Hann leggur afturat, at danir vilja stuðla londum sum eitt nú Ukraina og Georgia í stríðnum móti korruptión og at endurskapa fólkaræðisligar skipanir.

Serliga í hesum tíðum, tá Russland leggur trýst á fleiri lond í eysturevropa.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859