- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koronuátøk: Grønland slakar ikki
Meðan Føroyar í næstum slaka í koronuátøkunum, og Danmark væntandi fer at boða frá tí sama í dag, heldur Grønland fast.
Í gjár boðaði Pele Broberg, landsstýrismaður í vinnumálum frá, at tey halda fast við koronuavmarkingarnar, og í onkrum førum herða tey eisini átøkini.
Nú verður kravt, at fólk hava munnbind og koronupass í øllum Grønlandi. Haraftrat sleppur ongin, sum er eldri enn 15 ár, inn í almenn støð, t.d. skeinkistøð, biografar og venjingarmiðstøðir uttan koronupass og munnbind.
Hetta er galdandi fyri øll 15 ár og eldri, uttan so, at tey skulu arbeiða á staðnum.
Eisini undantøk
Nøkur undantøk eru tó, eitt nú handlar, flogvøllir og avgreiðslur hjá almennum myndugleikum.
Frammaundan hava koronuavmarkingarnar í Grønlandi bert verið galdandi í støðum við ókendum smittuketum.
Nýggju avmarkingarnar kom í gildi í dag, og tær verða galdandi til 14. februar.
Eftir at smittutølini vóru millum 600-700 um dagin, vóru fyrradagin 214 nýggir tilburðir. 15 fólk eru innløgd við koronu í Grønlandi.