- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjórða prik og koppseting av børnum
Koppsetingarbólkurin fer hósdagin at taka støðu til, um fjórða prikið skal verða boðið fólki, sum ikki tola at fáa koronu.
Koppsetingarbólkurin skal eisini taka støðu til, um koppseting til børn, 5 til 11 ár, skal vera eitt tilboð, ella eitt tilmæli - tað vil siga ein áheitan frá landsins myndugleikum.
Á tíðindafundinum fríggjadagin vóru Bárður Nielsen, løgmaður, og Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri, ikki á einum máli, um koppseting til børn millum 5 og 11 ár er tilmælið frá landsstýrinum, ella um tað bara er eitt tilboð til tey, sum ikki tola at fáa koronu.
Tummas í Garði, læknastjóri, segði soleiðis:
Tilmæli ella tilboð
Bárður á Steig Nielsen vildi hinvegin vera við, at tað er eitt tilmæli. Samstundis segði løgmaður, at júst hetta tilmælið hava tey lagt upp í hendurnar á heilsufakliga myndugleikanum.
Tað var sostatt ógreitt, um tað er eitt tilmæli ella eitt tilboð at koppseta børn undir 11 ár í Føroyum, og tískil endaði málið á borðinum hjá formanninum í koppsetingarbólkinum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur við útvarpið í dag, at talan hevur alla tíðina verið um eitt tilboð.
Sambært Lars Fodgaard Møller, landslækna, er talan tó formliga um eitt tilmæli, sum nú møguliga skal broytast.
Fundurin i koppsetingarbólkinum skuldi vera í dag, men er útsettur til hósdagin.
Lítil áhugi
Áhugin hevur ikki verið stórur at koppseta børn undir 11 ár.
Tað tók langa tíð at fáa eina skipan í lag, um hvør skuldi koppseta tey, og síðani koppsetingin er komin í lag hevur lítil eftirspurningur verið eftir tíðunum, sum eru lagdar út.
Fríggjadagin høvdu tilsamans 59 børn tikið av møguleikanum at lata seg koppseta.