Danmark strikar allar koronuavmarkingar 31. januar

Danmark strikar allar koronuavmarkingar 31. januar
Farsóttarnevndin hevur gjørt nýggj tilmæli til stjórnina, sum hevur tíðindafund í morgin
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur tíðindafund um koronustøðuna í morgin
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.01.2022 - 14:31

Danmark eigur at strika nærum allar koronuavmarkingar 31. januar.

Tað stendur í einum tilmæli frá donsku farsóttarnevndini, sum er sent fleiri ráðharrastovum, og sum sjónvarpsstøðin TV2 eisini hevur fingið hendur á.

Farsóttarnevndin sigur, at korona eigur ikki at verða mett sum ein sjúka, ið hóttir samfelagið, eftir 5. februar.

Og mælt verður til, at allar koronuavmarkingar verða settar úr gildi 31. januar.

Sostatt verða allar avmarkingar í náttarlívinum, krav um masku og koronupass tiknar av.

 

Varðveita kravið um koronukanning

Farsóttarnevndin mælir kortini til, at kravið um koronukanning og sóttarhald í sambandi við, at fólk koma til Danmarkar, framvegis verður í gildi í ein mánað aftrat.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur boðað frá tíðindafundi í morgin um koronustøðuna.

Higartil hevur stjórnin fylgt tilmælunum frá farsóttarnevndini neyvt.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV