- Tíðindi, mentan og ítróttur
220 fólk koppsett í gjár
220 fólk koppsett í gjár
Nú eru 102.300 koppsetingar gjørdar í Føroyum
Mynd: Savnsmynd: Heilsumálaráðið
25.01.2022 - 15:47
Í gjár vórðu 220 fólk koppsett fyri koronu.
Trý fólk fingu fyrra prikið, átta fingu tað seinna, og 209 fólk fingu triðja prikið.
Nú hava 41.661 fólk fingið fyrru koppsetingina.
40.803 fólk eru koppsett seinnu ferð, og 19.814 fólk hava fingið trý prik.
Tilsamans eru 102.278 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV